Ballónir, fløgg, royalar køkur, sangur og krúnur.
Trónuskiftið sunnudagin bleiv væl og virðiliga hátíðarhildið heima hjá Sólborg í Grund Bøgesvang í Søldarfirði.
Hon hevði bjóðað familju og vinkonum heim til sín til hugna og stuttleika henda seinnapartin, tá Margreta drotning legði frá sær, og Fríðrikur bleiv kongur.
- Eg havi fyrireikað henda dagin í langa tíð, og eg havi veruliga glett meg, sigur Sólborg í Grund Bøgesvang, sum hevur stóran áhuga í teimum kongaligu og serliga danska kongshúsinum.
Morgunsendingin var við í kongaballinum í Søldarfirði.