- Vit eiga at seta ferð á gransking í skúlaviðurskiftum.
Tað sigur Frida Poulsen, ph.d. í námsvísindum og útbúgvingarleiðari á Námsvísindadeildini.
Á Námsvísindadeildini arbeiða tey við at raðfesta gransking hægri:
- Skal tað eydnast, mugu vit sum samfelag raðfesta námsfrøðiliga gransking hægri. Ein fortreyt er eisini, at vit sjálv á Setrinum eru tilvitað um týdningin at granska í okkara egnu viðurskiftum, herímillum eisini raðfesta gransking í skúlaviðurskiftum, sigur Frida Poulsen.
Hoyr alla samrøðuna, sum morgunsendingin gjørdi við Fridu Poulsen.