Trý ár eftir, at Sameindu tjóðir vóru stovnaðar í kjalavørrinum av seinna heimsbardaga, var mannarættinda sáttmálin samtyktur.
Í dag eru 70 ár liðin síðani hesin altjóða sáttmáli varð settur í gildi. Men í dag anno 2018 hevur hann enn týdning fyri slóðan fyri friði. Tað sigur Súsanna Jógvansdóttir Golan, stjórnmálafrøðingur.
Orsøkin er, at hann leggur lunnar undir eitt ávíst moralskt støði, sum altjóða heimurin skal fyrihalda seg til, sigur Súsanna Jógvansdóttir Golan, stjórnmámafrøðingur.