Í dag er altjóða dagur hjá teimum, ið bera brek. Tað eru Sameindu Tjóðir, ið hava ásett henda dag. Dagurin er ein hátíðardagur hjá felagskapinum Megd, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í felagnum.
Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, og Katrin Dagbjartsdóttir, ið ber brek, halda, at nógvir batar eru gjørdir á brekøkinum í Føroyum. Eitt nú verða sendingar fyri tunghoyrd tekstaðar, og harafturat er hugburðurin mótvegis teimum, ið bera brek, blivin betur.