- Tá eg havi verið og ferðast, havi eg sæð, at fólk ganga túr við hundum, meðan eigararnir eru til arbeiðis ella ikki hava møguleika at fara út við hundi sínum. Tað er eitt fínt hugskot, og nú vil eg so vita, um hetta eisini letur seg gera í Føroyum.
Soleiðis sigur Jannie Dam Jacobsen, sum í næstum bjóðar seg fram at ganga túrar við hundum.
Ætlanin er, at Jannie Dam Jacobsen fer eftir hundinum, har hann er, og síðani gongur hon túr við honum í ein tíma ella har á leið. Hon væntar, at hon fer at hava upp í fimm hundar við sær á hvørjum túri.