Sjúkrafrávera er eitt av teimum mongu viðurskiftum, ið leiðarar regluliga skulu hava støðu til. Sjálvt um frávera vegna sjúku skal viðgerast so at siga eins - av tí tað er lógligt fráfall, og leiðarar ikki hava loyvi at spyrja um sjúkuna sjálva, tí tað er privatmál, eru umstøðurnar altíð ymiskar, og tað hevur við sær, at niðurstøðan eisini er ymisk.
Soleiðis byrjar bloggur, sum Alexandra á Dul, hevur skrivað.
Morgunsendingin skiftir orð við hana um sjúkrafráveru, og hvørji amboð leiðarar hava, tá fráveran tekur seg upp.