Í fornum tíðum rendi eitt útlendskt skip á land á Sandavágssandi.
Staðurin hevur síðani fingið navnið Eyðunsurð, tí hildið verður, at høvuðsmaðurin umborð æt Eyðun.
Viðhvørt, tá streymurin er harður, kemur skipsvrakið undan.
Partar av vrakinum eru í varðveitslu á Tjóðsavninum, meðan aðrar partar hava fólk tikið, ivaleyst stutt eftir, at skipið rendi á land.
Morgunsendingin skiftir orð við Helga Michelsen, forfrøðing, um áhugaverda skipið.