Irena Jacobsen, sum er virksemisleiðari í endurnýtsluhandlinum hjá Reyða krossi í Stiðjagøtu í Havn, sigur, at klæðini, tey fáa inn, fyri tað allarmesta eru í rættiliga góðum standi.
Bestu klæðini verða seld í endurnýtsluhandlunum.
Børn, ið hava tørv á tí, fáa ein part, og so verða klæðir eisini send av landinum. Tá fær Reyði krossur pening fyri hvørt kilo.
Er okkurt, ið als ikki kann brúkast, endar tað á brennistøðini. Men tað er ein heilt lítil partur, sigur Irena Jacobsen.
Onkuntíð leggja fólk prýðislutir saman við klæðunum. Til dømis ein vakran vasa.