Á Húsarhaldsskúla Føroya verður stórur dentur lagdur á at undirvísa næmingunum í reinføri í sambandi við matgerð.
- Sum útgangsstøði vita næmingarnir ikki nógv um reinførið, tá skúlaskeiðið byrjar, og tí er reinførið á tímatalvuni fyrstu tvær vikurnar, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúla Føroya.
Trý høvuðspunkt
Tað eru trý punkt, sum tey serliga leggja seg eftir í undirvísingini og matgerðini á Húsarhaldsskúla Føroya.
1. Minka um møguleikan fyri spjaðing
2. Hita matin rætt upp
3. Køla matin rætt niðuraftur.