Frá 1994 og til 2002 var Heðin Arge fastur vertur á 15 Teimum Bestu.
Heðin Arge, sum í dag er búsitandi í Danmark, sigur, at atkvøðugreiðslan fyrstu tíðina var skipað soleiðis, at skúlarnir atkvøddu hvør sær og síðani faksaðu úrslitið til Útvarpið.
Tað var fitt av umsiting, og tí lætti tað munandi um, tá tað stutt eftir bleiv gjørligt at greiða atkvøðu á internetinum.
Tað eru nógv ár síðani, at Heiðin Arge gavst í útvarpinum.
Av og á brellast hann at sleppa fram at mikrofonini aftur, sigur maðurin, sum fyri mong er sjálv ímyndin av 15 Teimum Bestu.