Um vikuskiftið bjóðar Klippfisk øllum, ið hava hug, at taka lut í filmskapping.
Evnið verður kunngjørt fríggjakvøldið, og eftir tað hava fólk 48 tímar at gera filmin lidnan.
Eingi krøv verða sett til førleikar ella útgerð.
Tað ber væl til at gera ein góðan film við eini fartelefon, sigur Beinta Haraldsen, sum er leiðari í Klippfisk.
Besti filmurin vinnur 10.000 krónur og verður eisini
sýndur á Geytakvøldinum í Norðurlandahúsium 23. februar, 2019.
Í fjør vóru ikki færri enn 60 luttakarar, og 19 filmar vórðu gjørdir.