21/7-2012 fyltu 12 systkin úr Rituvík tilsamans 1.000 ár, og tað rakk til at verða skrásett sum heimsmet í Guinnes metbókini.
Stóri dagurin varð hátíðarhildin í Rituvík við fleiri tiltøkum, sangum og røðum.
Nú er bók skrivað um systkini í Rituvík, sum komu í Guinness-metbókina.
Hilmar Jan Hansen, tíðindamaður, reportari og so mangt annað, væl kendur í Føroyum og slektaður úr grannabygdini Runavík, hevur skrivað bókina, og Sprotin hjá Jonhardi Mikkelsen í Vestmanna hevur fyrireikað útgávuna og givið bókina út.