David Arge Klevang Pedersen, adjunktur á DTU-Space, fylgdi væl við, tá rúmdarfarið, Insight, fleyg seinasta teinin móti Mars.
At lenda á einum ávísum stað á Mars kann samanberast við at blaka ein kurvabólt úr Føroyum í eina kurv í New York, sigur hann.
Tað eru nógvir lutir, sum skulu eydnast, fyri at alt skal ganga eftir ætlan.
Insigt er fyrsta tól av sínum slag, ið hevur sett seg á Mars, tí meðan tey undanfarnu kanna yvirflatuna á Mars, kannar Insight tað, sum er undir yvirflatuni.