Í Føroyingasøgu stendur at lesa, at landnám í Føroyum var í Funningi, og at staðurin fekk navn eftir hesum, tá ið land var funnið. Fyrsti maður at seta fótin á land var Grímur Kamban.
Á heysti í 2020 avgjørdi bygdarfelagið í Funningi at skipa eina nevnd, ið skal varpa ljós á Funning sum landnámsbygd og varðveita søgnina um Grím Kamban.
Tað er Hans Pauli Olsen, sum hevur staðið fyri arbeiðinum at gera standmyndina. Hon er stoypat úr bronsu og stendur á føroyskum gróti.
Leygardagin klokkan 15 verður hon avdúkað.