Líkamikið hvussu lagið er, tá tú fert til sangvenjing, ert tú altíð glað aftaná. Tað sigur Harriet Poulsen, forkvinna. Gunnleyg Maria Arge, skrivari, fegnast eisini um møguleikan at kunna syngja saman og lovprísa Harranum.
25. november verður jubileumskonsert í Finsen í Havn. Tá er ætlanin, at so nógv sum gjørligt, ið hava sungið í kórinum, vera við.
Fimm leygardagar verða brúktir til venjingar í sambandi við konsertina.
Áhugað kunnu senda teldupost á adressuna: [email protected]