Nógv av teimum, sum hava stokkar sum frítíðarítriv, hava eisini ein sniðgeva í búkinum og binda upp á seg og síni, men tað kann tykjast eitt sindur ræðandi at fara undir eina uppskrift, sum onnur skulu síggja, skilja og brúka.
Tað er hesum, sum uppskrift.fo skal hjálpa við, siga tær tríggjar, Vár, Alisa og Rúna, sum saman hava tikið stig til heimasíðuna.
At hava eitt stað, har øll kunnu fara fyri at finna uppskriftir á føroyskum, hevur verið dreymurin leingi, siga tær.