Tað helt Cristian í Garði, sum saman við Einari Eyvindson Toftegaard hevur fyritøkuna Føroyakips.
Teir eru byrjaðir í smáum í hølum hjá iNova, har teir skera epli í flísar við hond, áðrenn teir ganda fram broyskin kips við trimum ymsum kryddmøguleikum.
- Tað er undarligt, at tað ikki ber til at fáa føroysk kips, tá hugsað verður um, at epli veksur so væl í Føroyum, uttan brúk av vakstrathúsi ella øðrum, sigur Cristian.
Føroyakips byrjar við trimum sløgum av kipsi. Salti, salti og pipari og tarasmakki. Orsøkin til hesi trý er einføld.