Tað var ætlanin, at alskyns húsaveggir í juli mánaði skuldu prýðast við máling.
Alt var klárt. Tómu veggirnir stóðu klárir, málingablikkini latin upp og útlendsku listafólkini komin til landið. Men so kom korona og spilti spælið.
Fleiri gjørdist sjúk, og so var neyðugt at útseta tað mesta.
- Nakrir veggir eru tó prýddir, og verkætlanin heldur fram, siga teir báðir Bárður Dal Christiansen og Ólavur Thorsteinsson, fyriskiparar.