Tey, sum taka hægri handilsskúlaprógv á Føroya Handilsskúla, fáa nú eisini sín pisudag.
Í ár fáa 89 HH-studentar og 93 FHS'arar prógv, og seinnaparin í morgin verður skipað fyri hátíðarhaldi í Grasagarði í Havn, har Guðrun Rógvadóttir fer at halda røðu.
Helena Dam á Neystabø, stjóri á Føroya Handilsskúla, og Filip M. Hammer vóru gestir í morgunsendingini.