Bæði foreldrini hjá Poul Olsen vóru úr Porkeri og tey fluttu til Vágs at búgva í 1897, tá tey høvdu bygt hús. Har vaks Poul upp og har hevur hann búð alt sítt lív.
Poul arbeiddi á bedingini í Vági í nógv ár og síðani var hann í mong ár í Litbúðini hjá Henningi. Hann er sera fittur í hondunum og hevur gjørt nógvar prýðislutir, m.a. grindaknívar. Í frítíðini dámdi honum eisini væl at baka góðar køkur. Harafturat klipti hann nógvum vágbingum. Hann klipti seinastu ferð tá hann var blivin 100.