Sólgerð Andreassen, fyriskipari er sera fegin um at so nógvir harmonikuspælarar taka undir við hesum tiltaki. Umframt nógvu føroysku harmonikuspælararnar, er eisini gestir komnir úr Íslandi og Noregi.
Morgunsendingin er í Mentanarhúsinum og tosa verður við Knut Ivar Bøe, harmonikuleikara úr Noregi og tosað verður eisini við fyriskiparan, Sólgerð Andreassen.