Um vikuskiftið fingu Føroyar á fyrsta sinni ein norðurlendskan meistara í ríðikapping.
Tað var Knút Lützen og hesti hansara Kára, sum sunnudagin sannførandi vunnu NM í greinini GDB Gæðingakeppni.
Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar hava fingið ein norðurlendskan meistara í ríðikapping á íslandsrossum, og eitt tað størtsa avrikið innan ríðing í Føroyum, sigur Brandur í Dali, formaður í Ríðisambandi Føroya.
At vinna NM í ríðing var ein dreymur, sum gjørdist veruleiki hjá Knút Lútzen;