Kanska skulu heilagar kýr í almennu stuðulsskipanini slaktast.
So bersøgin er Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, í sambandi við, at skipanin við mentarnar- og listastuðli - harundir mentanarvirðislønir - verður endurmett.
Málið er at fáa lýst, um tær stuðulsskipanir, sum landið hevur, virkar eftir ætlan, og um landið fær tað burturúr stuðlinum, sum landið eigur, segði Jensi av Rana, landsstýrismaður.
Hansina Iversen, næstforkvinna í LISA, og Kinna Poulsen, listaummælari, eru gestir í útvarpsstovuni.