Fyri tveimum árum síðani fekk ein ær hjá Olafi Davidsen, bónda, í Æðuvík, eitt blint lamb. Hóast mamman stoytti tað frá sær, hevur tað við hjálp frá húsfólkunum, klárað seg væl.
Dóttir Olaf, Harriet Olafsdóttir av Gørðum, greiddi í útvarpinum í morgun frá, at ærin í dag klárar seg væl, og við hjálp frá lambi sínum ferðast úti uttan stórvegis trupuleikar.