Frá 1970-71 læs, tann tá 22 ára gamli amerikanski mál- og fólkalívfrøðingurin, David Margolin føroyskt á Fróðskaparsetri Føroya. Frammanundan hevði David lisið Nørrønt mál í fýra ár á Harvard University í Cambridge, Massachusettes.
Í 1975 var hann í Føroyum í tríggjar vikur í granskingar ørindum, men hevur annars ikki vitja oyggjarnar aftur fyrr enn í summar.
Samrøðan er á føroyskum, tí David tosar enn væl føroyskt.