1. september byrjar Eyðvør Tausen Olsen í starvi sum nýggjur leiðari í Kvinnuhúsinum, har kvinnur, ið eru fyri harðskapi, kunnu leita sær hjálp, vegleiðing og ráðgeving.
Eyðvør er útbúgving námsfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur, og hevur tikið eina master í heilsuvísindum við denti á harðskapi móti kvinnum og í parløgumhevur. Hon hevur starvast í Kvinnuhúsinum sum sjálvboðin í nógv ár, og hevur tí drúgvar royndir innan økið.