Føroyska U20 landsliðið í manshondbólti er júst komið aftur til Føroya, eftir at hava luttikið í einari sonevndari B EM kapping í Makedonia. Hetta er ein kapping fyri smærri hondbóltstjóðir, ið ikki hava megnað at spælt seg til sjálvt EM endaspælið.
Í kappingini endaði føroyska liðið á einum fjórðaplássi, men ein av leikarunum kom heim við einum fyrstaplássi, so at siga, tí málverjin Hørður Trygvason varð kosin at vera besti málverji í kappingini.
Summarmorgun hevði eitt prát við Hørð.