Í gjár var dagurin, tá ið føroyska samfelagið skuldi upp aftur í ferð.
Fyrst í røðini vóru dagstovnar, 1. til 3. flokkur í fólkaskúlanum og partar av almannaøkinum.
Ì dagsins sending viðgera vit hvussu tað hevur eydnast, og tosa í tí sambandi við serfrøðingar, foreldur, stovnsleiðarar, brúkarar og onnur.
Luttakarar: Leivur Persson, Pál Weihe, Margit Stórá, Edvard Heen, Jón Højsted, Marin Joensen, Jógvan Skorheim, Rannvá Helenudóttir, Hervør Lutzen, Tóra Højgaard Joensen og Jóan Petur Hentze.