Alt fleiri fáa sær iphone ella smartphone, men tað kann verða dýrt at nýta allar samskiftismøguleikarnar á hesi telefonini uttanlands. Føroya Tele veit fleiri dømi um, at viðskiftafólk eru vorðin ovfarin av rokningini.
Jan Mortensen, privatkundastjóri á Føroya Tele, var gestur í morgunsendingini, og hann gav eisini ráð.