Afturvendandi og ókeypis tiltakið "Laksatorgið", sum Visit Runavík skipar fyri í samstarvi við Runavíkar kommunu, verður leygardagin, og sum nakað nýtt er tiltakið í ár staðsett við bátahylin á Glyvrum.
"Bátahylurin og keiøkið rundan um bátahylin er útbygt og bøtt nógv seinastu árini, og hóskar seg væl til eitt so stórt tiltak sum Laksatorgið, og til temaið, ið jú er fiskur og laksur", sigur Marjun Niclasen, leiðari í Visit Runavík og fyriskipari.