Tað skal nógv til, áðrenn lundastovnurin er væl fyri aftur, tí hann er minkaður so nógv. Men nebbasildin er góð í løtuni, og nøgdin er stór, sum er neyðugt fyri at stovnurin skal veksa, sigur Jóhannis Danielsen, adjunktur í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini á Setrinum.
Tað ganga nógv ár, frá at ungar koma undan, til teir verða partur av stovninum og fara at reiðrast.
Størsti parturin av lundum doyr, men eitt par skal bara fáa tveir ungar, sum eisini fáa tveir ungar fyri at halda stovninum støðugum.