Dennis Holm var greiður, tá hann kom til sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Brúksskylda skal vera galdandi fyri uppsjóvarfisk eisini, soleiðis at tey sum fáa kvotur frá landinum eisini skulu fiska tær - eisini línuflotin, sum fær makrelkvotur.
Í verandi lóg er eitt undantak, sum merkir, at línuskip og garnabátar, sum fáa makrel kunnu selja kvoturnar víðari til onnur at fiska.
Tað skal steðgast, heldur Dennis Holm, men hann hevur kortini ikki ásetingina í lógaruppskotinum, sum er á veg í tingið.