Lurtari spyr Málteigin, hvat orðingin: at válka sær í grasinum ella bønum, merkir.
Tá vit í dag ganga túr við hundinum hjá okkum, og hann fer á bøin at rulla runt í grasinum, sigur maður mín, at hann válkar sær, skrivar lurtarin.
Elin Henriksen, málkøn, sigur, at 'at válka sær í runu,' er kend orðing. Og eisini flutta merkingin: válka sær í ljótum orðum.
Hon greiðir frá, at orðið valka er elligamalt og stavar frá einum orði, sum upprunaliga merkti at snara ella rulla.
- Tá ið hundurin válkar sær á bønum stavar tað tískil frá merkingini at rulla runt.