Lív kann verða blást í aftur góða, gamla orðið, bróðir, nú slang-orðið, bro', tykist at vera flutt inn í føroyskt.
- Enska bro' ljóðar akkurát líka sum bróð á føroyskum, vísir Elin Henriksen, málkøn á. Hon leggur afturat, at sama ger seg galdandi, um fólk siga sis'.
- Tá skal tað helst stavast syst, men t nýtist ikki at hoyrast so væl, tá tú sigur orðið.
Ognarfornøvn og skyldskaparorð.
Oftari og oftari hoyrist: mín mamma, mín pápi, mín omma, mín abbi og so frameftir, men tað er ikki neyðugt brúka mín í hesum førunum.