Tá ein skarar framúr, er talan um fólk, sum er raskari, dugnaligari, vakrari, klókari, ídnari og so framvegis - stutt sagt betri enn onnur á sínum øki, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.
Og hon heldur, at er at gera í so nógv av, at nýta hesa orðingina um at nýta endurskin.
- Tað kann ein og hvør gera; so nógv krevur tað ikki, sigur hon.
Í sanginum, Mín vakra, ljósa lilja, verður sungið: tú skarar fram um allar, eg áður havi sæð.
At skara framum er ikki rætt, og tí átti orðingin ikki at verið brúkt á hendan hátt.