Hetta er tíðin, tá fólk annaðhvørt heingja ella hanga jólaprýði upp. Vit siga annaðhvørt, tí tað kemur meira enn so fyri, at fólk siga 'hanga jólaprýði upp'.
- Tað er ikki rætt, tí tá tú ert í holt við at prýða til jóla, heingir tú prýðið upp, og tá tú ert liðug at heingja tað upp, letur tú tað hanga í nakrar vikur, sigur Elin Henriksen, málkøn.
Hon vísir á, at føroyingar ofta flenna at dønum, tí danir ikki gera mun á orðunum, ligger og lægger.
- Ikki at gera mun á heingja og hanga er júst tað sama sum danska dømið, staðfestir Elin Henriksen.