Hoyrdi fjøður verða umtalað sum kallkyn í útvarpssending herfyri. Eg kenni tað bert sum kvennkyn, skrivar lurtari.
- Fjøður er kvennkyn, ger Elin Henriksen, málkøn, greitt.
Hon greiðir frá, at fleirtalsendingin, -ar, er sjáldsom hjá kvennkynsorðum. So sjáldsom at orðini, sum hava hesar endingar, eru løtt at læra seg uttanat.
Tey eru umframt fjøður, brúður, gimbur, gívur, livur, mastur, royður, vinstur og vættur.