Fyri stuttum brúkti Føroya løgmaður orðið, greidleiki, tá hann var spurdur um politisku støðuna, ið tá var nakað rokalig. Men er greidleiki eitt orð, siga vit ikki bara: fáa greiðu á, spyr lurtari.
- Orðið er sanniliga til, men tað ljóðar kortini snøggari at fáa greiði á ella greiðu á, sigur Elin Henriksen, málkøn.
Buksur eru fleirtal og kvennkyn
Lurtari sigur seg ofta síggja buksur umtalaðar í kallkynsformi, t.d. buksur til sølu, teir sita væl og hava nógv strekk.