Lurtari biður Málteigin greina munin á stívliga og sløk.
Tá vit tosa um stívliga 30 %, merkir tað meira enn 30 %, meðan sløk 30 % merkir minni.
- Um tað er torført at minnast, at 'stívliga' er meiri enn, ella ríkiliga, og slakur/sløk er minni enn, so hjálpir kanska at hyggja at upprunanum, sigur Elin Henriksen, málkøn.
Glitnir, SALT og Jarðir
Hesi trý sernøvnini skulu bendast, sum øll onnur sernøvn, ið kunnu bendast. Men Glitnir og Jarðir eru tvey sernøvn, ið ikki hava sama bendingarsnið.