Í einum uppslagi á facebook sóust millum annað hesi orð:
... so øll eru sloppin upp á fjall.
Her kemur munurin á sagnorðunum, at sleppa, og, at sleppa, veruliga til sjóndar. Annað eitur slapp í tátíð, hitt eitur slepti.
- Tað er fullkomuliga hvør sítt, og tí er umráðandi at gera sær greitt, hvat tosað verður um, sigur Elin Henriksen, málkøn.
Komið undir land
Hvat liggur í orðingini, komið undir land? Er alt leyst og liðugt, ella merkir tað, at nú er næstan leyst og liðugt?