Orðið at ynskja er farið púra av lagi, heldur Elin Henriksen, málkøn, sum ynskir sær, at tey, sum brúka hetta orðið til líkt og ólíkt, tóku sær um reiggj og bara fóru at brúka tað, tá ið talan veruliga er um at ynskja.
Elin Henriksen sigur, at tá tú ynskir okkurt, snýr tað seg í stóran mun um kenslur. Tú hugsar um okkurt, sum hevði verið gott; okkurt sum kann gleða teg og onnur - og so ynskir tú, at tað verður so. Tú kanst ynskja tær nýggjan bil, ella gott veður á ólavsøku ella frið í heiminum.
Men tað, sum tú fert at gera, vilt hava ella ætlar, tað er einki ynski.