Er ein kvinna í burðardyggum ella burðarførum aldri?
Tá spurningurin verður settur so greitt upp, er sum oftast ongin ivi um, hvussu tað eitur. Men tá orðini skulu brúkast hvørt sær, kemur ofta fyri, at bland kemur í.
- Munurin er heilt greitt, at tá vit tosa um burðarføri, snýr tað seg um kvinnuna, meðan orðið, burðardygt, hevur við til dømis vinnuna at gera, sigur Elin Henriksen, málkøn.
Ein lurtari spyr um orðið tess, og hvussu tað skal brúkast, meðan ein annar spyr, um tað er rætt at siga skivar heldur enn skivur.