Oftari og oftari síggjast orðingar sum stovnarin av, eigarin av og brúkarin av heldur enn tey, sum stovna, eiga ella brúka.
Føroyskt er eitt mál, har vit brúka nógv sagnorð, meðan til dømis danskt og týskt eru mál við nógvum navnorðum.
- Tað sæst ofta aftur í týddum tekstum, at vit orða okkum knortlut, tí vit týða útlendsk navnorð til føroyskt heldur enn at skriva tey um til sagnorð, sigur Elin Henriksen, málkøn.
Í hesum samanhanginum tosa vit eisini um orðini, begribelighed, håndtbarhed og meningsfuldhed, tí hvussu skulu vit siga hetta á føroyskum, spyr lurtari.