Hesaferð seta vit bókstavin, ð, á breddan. Mong elska hann, mong hata hann, og mong skilja ikki, hví vit hava Ð.
Tað er ikki so torskilt, sum tað kanska letur til. Tí nógvar reglur eru sera greiðar, tá tað kemur til ð, og fleiri hentar tummilsreglur eru eisini til tess at gera tað lættari at minnast til, nær eitt orð skal hava ð ella ikki.
Elin Henriksen hugleiðir um ð, og hon greiðir eisini frá ymsum reglum og tummilsreglum.
Harafturat er nýggja orðið, talgildisbúgving, eisini á skránni. Á donskum eitur talgildisbúgving digital dannelse.