Nú kavin er um at vera vekk, eru kavaorð til viðgerðar í Málteiginum.
Og júst kavaorð eru vælumboðað í føroyskum, tí tað eru fleiri enn 100 til.
Í fleiri ár hevur Kringvarpið hoyrt fyri, at orðið, kavaslettingur, verður brúkt, tí summir lurtarar kenna ikki orðið. Lurtararnir kenna betur vátasletting.
- Bæði orðini merkja vátakavi, so annað er ikki rættari enn hitt, sigur Elin Henriksen.
Mugu virða málføri
Nøkur av orðunum, sum eru at hoyra í innslagnum, eru: