Í Málteiginum hesaferð verða dømi um, nær tað er rætt at brúka orðini, sín, hansara, hennara og teirra. Reglan er, at sín altíð vísir aftur til grundliðin, meðan hansara vísir til onkran annan.
Men tað er ikki altíð so einfalt, vísa dømini, sum komin verða inná:
Pól koyrir í sínum bili. Her er ongin ivi, Pól eigur bilin.
Pól koyrir í hansara bili. Her er tað onkur annar, sum eigur bilin.
Pól bað Sáru koyra við sínum bili. Er tað nú Pól ella hon, sum eigur bilin?