Intercoiffure Mondial er ein altjóða felagsskapur, sum hevur fleiri enn 3000 hárfríðkanarstovur kring heimin og hevur til endamáls at verja hárfríðkanarfakið, savna hárfríðkanarfólk og skapa hársnið og móta.
Mariann Klein Ivansdóttir er Art Director fyri Intercoiffure Danmark, og hennara leiklutur er at standa fyri øllum innan hársnið, myndatøkur, framførslur og móta.
Mariann hevur nú vunnið virðislønina "Personality of the Year". Hon vann heiðurin fyri ymisk stór avrik og hennara positiva lyndi.