- Vit kenna øll til orðið matmentan, ið snýr seg um tann mat vit eta, men einki orð var fyri tað, sum sker, áðrenn vit koma so langt sum til at eta tann mat, vit hava tikið úr jørðini, so vit byrjaðu bara at kalla tað moldmentan.
Soleiðis situr Tjóðhild Patursson, háskúlastjóri, nú opið er fyri tilmeldingum til heystskeiðið hjá Mat- og moldmentanarháskúlanum á Sandi. Hon hevur ikki sitið í starvinum leingi, men heimasíðan er nú klár, og tað sama er galdandi við fyrstu skeiðunum.