- Eg byrjaði við at finna eitt skelett. Og so fór eg ferðina við henni at finna útav, hvør tað var. Eg var komin tríggjar fjórðingar inn í bókina, áðrenn eg visti hvør skelettið var.
Soleiðis sigur Rakel Helmsdal, sum hevur útgivið eina nýggja stóra, ungdómsskaldsøgu á forlagnum Bókadeild Føroya Lærarafelags. Bókin er 446 síður.
Bókin hevur fleiri frásagnarhættir. Har er forteljari, har eru dagbøkur, avísklipp, tekningar og annað, sum gera, at bókin hevur ein filmiskan dám.
Á baksíðuni til bókina stendur soleiðis: