- Tað verður arbeitt seriøst við hesum í løtuni.
Ólavur Jøkladal er nýggjur formaður í Leiklistaráðnum, og sum slíkur hevur hann sæti í bygginevndini fyri tjóðleikhúsið, sum so nógv hevur verið tosað um.
Nýggi formaður í Leiklistaráðnum sigur, at stutt eftir mánaðarskiftið verður ein dagførd byggiskrá fyri lovaða tjóðleikhúsið almannakunngjørd, og síðan verður ein kapping um staðseting útskrivað fyri, hvar tjóðleikhúsið skal vera.
Byggiskráin inniheldur millum annað ein stóran pall, ein minni pall og ein meiri smidligan pall, sum kann flytast.